Page 169 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
167
Lambið er elsta páskaímyndin og var upprunaliga ein offurgáva. Jødar­
nir ofra lambið, men í kristindóminum ímyndar páskalambið, at Gud
ofraði son sín fyri menniskjuni.
Páskaliljan ímyndar uppreisnina og lívsins sigur yvir deyða. Eins og
fræ­ið verður lagt í moldina, spírar tað og veksur upp sum ein livandi
vøkur blóma.
Jesus á krossinum ímyndar líðingina.
Tómi krossurin ímyndar uppreisnina.
Egg ímyndar lív, skapan og gróður. Í kristnu siðvenjuni ímyndar egg­ið
nýggja lívið við Jesu uppreisn. Í Føroyum er siður, at børn rulla páskar­
egg 2. páskadag.