170
Kristindómurin
55. tími
Vert at vita
Flestu menniskju hava eina trúgv, sum gevur teimum eina vissu um, at
tað er ein ósjónligt vald, sum er størri enn menniskjað, vanliga kallað
Gud ella gudar. Flestu trúarsamfeløg hava eisini eina meining um upp
runa, lív og deyða og reglur ella lógir fyri hvat er rætt ella skeivt. Í
heiminum eru nógvir átrúnaðir. Nakrir trúarbólkar eru stórir og aðrir
eru smáir.
Sambært námsætlan skulu næmingar eftir 4. f lokk duga:
1. at greiða frá øðrum lívsáskoðanum og siðum
2. at fata og virða menniskju við øðrum átrúnaðarligum hugsanum.
Hetta eigur at vera málið við hesum partinum.
Kristindómur
Kristindómur verður mettur at vera mest útbreiddi átrúnaðurin í heim
inum. Kristin verða ofta býtt í tríggjar bólkar: ortodoks, katolikkar og
protestantar. Innan hesar bólkar eru eitt ótal av ymiskum kirkjum og
samkomum, sum eisini eru kristnar. Grundarlagið er tað sama, tó eru
ymiskir trúarspurningar, sum hesi tulka ymiskt.
Kristindómurin er monoteistiskur átrúnaður. Tey kristnu trúgva á trí
eindina :
• Gud faðir
• Gud sonur
• Gud heilagi andi
Fyri umleið 2000 árum síðani, varð Jesus føddur í Betlehem í Ísrael.
Hetta var byrjanin til kristindómin. Jesus var føddur jødi, men fór at
leggja út jødisku skriftirnar øðrvísi enn teir skriftlærdu. Eftir at hann
Trúgv