171
var deyður, varð læra hansara skrivað niður. Hesin parturin av Bíbliuni
verður nevndur Nýggja testamentið.
Tey kristnu trúgva, at Bíblian er Guds orð. Tó eru øll ikki á einum máli
um, á hvønn hátt Bíblian skal fatast sum orð Guds og hvussu hon skal
tulkast? Øll kristin hava eina vón um eitt ævigt lív, sum kann ognast,
við at trúgva á at Jesus doyði fyri heimsins syndir.
Kristin savnast í kirkjum ella samkomuhúsum.
Prát
Lærarin gevur næmingunum myndina. Teir hyggja at myndini í ein
minutt.
Myndin er á snar.fo/vita
• Hvat hugsa tit?
• Hvat er hetta?
• Út frá søgunum í næmingabókini geva næmingarnir boð uppá,
hvønn trúarbólk myndin hóskar til
• Hví?
• Hvat lærir kristindómurin?
„Kristindómur“. Tónleikur, sum gevur eitt hóskandi huglag.
Sí snar.fo/vita
Kristindómur
Næmingarnir líma myndina í loggbókina og skriva, út frá næminga
bókini, hvat kristindómurin byggir á.