Page 178 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
176
Islam
57. tími
Vert at vita
Islam
Muslimar trúgva, at frá fyrndini er ein gud, Allah, sum hevur skapt alt.
Fyrsta menniskjað var Ádam, og er hann tí fyrsti muslimur. Teir trúgva
eisini, at Gud hevur skapt islam.
Islam merkir „at geva seg til“ og at liva „í friði“. Tí geva muslimar seg
sjálvan til Allah. Tá ið teir fylgja Islam, liva teir í friði við Gud, seg
sjálvan og aðrar muslimar. Hetta lívið liva teir eftir fyriskipanum í
Koran­ini og fyrdøminum hjá profetinum Muhammed. (Sunnah)
Í heilagu skriftunum, Koranini, verða 25 profetar nevndir. Fimm av
teimum hava serligan týdning. Teir eru: Nóa, Ábraham, Móses, Jesus
og Mohammed.
Teir 25 profetarnir eru:
• Ádam
• Enok
• Nóa
• Hud
• Saleh
• Lot
• Ábraham
• Ísmael
• Ísak
• Jakob
• Jósef
• Jetro
Trúgv