177
• Áron
• Móses
• Dávid
• Salmon
• Job
• Ezekiel
• Jónas
• Elias
• Elisa
• Zakarias
• Jóhannes
• Jesus
• Muhammed
Allir profetarnir, ið verða nevndir í Koranini, eru menniskju, sum
Gud hevur sent, at siga øðrum hvussu tey skulu liva og tilbiðja hann.
Muhammed var tann seinasti av profetunum og fyri honum opinberaði
Gud Koranina. Hann vildi tryggja sær, at allir muslimar settu Gud
hægst. Tí gav hann fimm boð, sum verða kallað tær fimm islamsku
súlurnar:
• Trúarjáttan, shahada:
Tað er bert ein gud, Allah, og Muhammed er
profetur hansara.
• At biðja fimm ferðir um dagin og seta Gud hægst
• At geva olmussu, fyri at minna á, at alt hoyrir Gudi til
• At fasta, at vera takksamur fyri gávur Guds
• At fara pílagrímsferð (hadj) til Mekka eina ferð í lívinum, um ráð og
møguleikar eru til tess
Innan Islam eru tveir høvuðsrætningar: Shia og Sunni.
Koran
merkir „tað, sum eigur at vera lisið“. Tað er Guds orð, og um
muslimar fylgja Koranini og fyrimyndini Mohammed, vita teir, hvussu
Gud ynskir, at teir skulu liva. Um teir gera hetta, koma teir í Paradís.
Lærarin gevur næmingunum myndina. Teir hyggja at myndini í ein
minutt.