Page 186 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
184
Kristi himmalsferðardagur
60. tími
Vert at vita
Kristi himmalsferðardagur verður hátíðarhildin til minnis um Jesus,
sum var tikin upp til himmals 40 dagar eftir, at hann páskadag var
risin upp.
Í Føroyum og f leiri øðrum londum er hesin dagur ein almennur halgi­
dagur. Kristi himmalsferðardagur er altíð 6. hósdag eftir skírisdag. Tí
er dagurin altíð hátíðarhildin sama dag.
Frásøgnin, um tá ið Jesus fór upp til himmals, stendur í Ápostlasøguni.
Óvist er, hvør hevur skrivað Ápostlasøguna. Siðvejan vil vera við, at
Lukas hevur skrivað, og at hon er stílað Teofilusi, sum er grikskt og
merkir ein, sum elskar Gud ella ein, sum er elskaður av Gudi. Í Lukas
1,3 stendur: „hávirdi Teofilus“. Út frá hesum verður hildið, at hetta
er ein høgt virdur persónur, og at Lukas óivað hevur skrivað Lukas­
evangeli­ið og Ápostlasøguna til hansara, so hann kundi skriva tekstin
av og senda hann víðari til aðrar.
Eftir uppreisnina tosaði Jesus við lærusveinar sínar um Guds ríki. Jesus
hevði opinberað seg f leiri ferðir fyri lærusveinunum í døgunum millum
uppreisnina og himmalsferðina.
Lærusveinarnir vóru ógvuliga upptiknir av lyftinum um tað lovaða
landið. Tað vóru allir jødar. Teir trúðu, at Gud fór at gera Ísrael til eitt
stórt ríki, eins og tað hevði verið, tá ið Dávid var kongur. Tí spurdu
teir: „Harri, ætlar tú á hesi tíð at endurreisa ríkið fyri Ísrael?“ Men
Jesus segði við teir: „Tað er ikki fyri tykkum at vita tíðir ella tímar,
sum faðirin hevur ásett í sínum egna valdi. Men tit skulu fáa kraft, tá
ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði