185
í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á
jørðini.“
Í tímanum verður tosað um páskir. Tosað kann verða út frá tí, tey hava
havt í 1. f lokki. Víst verður til snar.fo/vita, har allar bøkurnar í røðini
kunnu lesast.
Sangur: „Rita navn títt mær í hjarta“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Jesus fer til himmals
– Ápostlasøgan 1,9-11
Jesus varð risin upp aftur frá teimum deyðu. Hann vísti seg f leiri ferðir
fyri sínum lærusveinum, og ein dagin, tá ið Jesus soleiðis stóð og tosaði
við lærusveinarnar, spurdu teir hann: „Harri, ætlar tú nú at gera Ísrael
til eitt ríki?“ Hann segði við teir: „Hugsið ikki um hetta, tí tit skulu fáa
kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni
míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og síðani allari jørð
ini.“
Tá ið hann hevði sagt hetta, sóu teir, at hann varð tikin upp til
himmals, og eitt skýggj tók hann, so teir ikki sóu hann. Teir royndu at
fáa eyga á hann aftur. Meðan teir soleiðis stóðu og hugdu beint upp í
loft, komu brádliga tveir menn í hvítum klæðum til teir, og søgdu: „Tit
Galileumenn, hví standa tit og hyggja upp til himmals? Hesin Jesus,
sum er upp tikin frá tykkum til himmals, skal koma aftur á sama hátt,
sum tit sóu hann fara til himmals.“
Prát
Fyri at minna næmingarnar á, hvat er hent fyri kristi himmalsferðar
dag, tosið um páskir:
• Jesus ríðir inn í Jerúsalem
• Páskamáltíðin
• Jesus krossfestur
• Jesus rísir upp
Tosið um, hvussu tað man hava verið, tá Jesus var upprisin:
• Gleðina við at uppliva, at Jesus er livandi aftur
• Jesus lovar at senda teimum heilaga andan, sum skal geva teimum
styrki at boða øðrum um Gud. Tosið um at fáa eyka styrki. Hvar
liggur styrkin hjá eitt nú Spider Man, Supermule ella Skipper Skræk?
Viðhvørt kunnu menniskju fáa eyka styrki til truplar uppgávur.
Næmingarnir kunnu koma við dømum.
• Hvussu hava vit tað, tá ið okkurt, sum vit ikki høvdu væntað, hendir?
Vit kunnu verða skuffað, yvirraskað, glað, kedd o.s.fr.