Page 191 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
189
Vatnið verður skapt
62. tími
Vert at vita
vert at vita
til 61. tíma um vatn.
Í 1. Mósebók lesa vit um tá ið Gud skapti heimin. Øll jørðin varð fjald
av vatni. Gud skilti vatnið millum himmalin og jørðina við einum
hválvi. Hann lat eisini vatnið á jørðini renna saman ella savnast, so
lendi kom undan.
Fjórða dagin skapti Gud dýr at liva í vatninum á jørðini: „Vøtnini yði í
livandi skepnum.“
Vit lesa eisini, at í aldingarðinum Eden varð ein stór á: „Úr Eden rann
stórá til at væta um aldingarðin.“ Uttan vætu kann lívið ikki nørast og
mennast.
Í kristindóminum verður vatn ofta brúkt til oyðing, undur, reinsan,
fyri­geving ella bjarging:
• Nóa ørk, 1. Mósebók 6-9: Gud segði við Nóa: „Eg havi gjørt av,
at gera enda á øllum livandi á jørðini. Men tú skalt gera tær ørk, tí
eg fari at lata vatnf lóð koma yvir jørðina til at oyða alt, sum hevur
lívsanda. Tú skalt byggja eina ørk og fara inn í hana saman við konu
tíni, synum tínum og sonakonum tínum. Av øllum djórum, skalt
tú taka eitt par av hvørjum slagi inn í ørkina. Og tú skalt taka av
alskyns mati, so at tit ikki verða svong.“ Nóa gjørdi, sum Gud hevði
sagt.
• Móses og reyða havið, 2. Mósebók 14: Við herinum hjá Farao í
hølunum visti Móses ikki, hvat hann skuldi gera, tí nú lá Reyðahavið
framman fyri honum. Men Gud segði við Móses, at hann skuldi
rætta hond sína út yvir havið. Gud læt alla náttina koma storm av
Vatn í Bí bliuni