Page 192 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
190
eystri, sum rak sjógvin burtur og gjørdi havið til turrlendi. Vøtnini
klovn­aðu sundur. ísraelsfólk turskødd yvirum Reyðahav, meðan
vatn­ið stóð sum veggir á høgru og vinstru síðu. Egyptar eltu tey,
men Gud segði við Móses: „Rætt aftur hond tína út yvir havið, so
skulu vøtnini falla yvir Egyptar.“ Móses rætti tá hond sína út yvir
havið, og í lýsingini fall vatnið saman.
• Jónas og fiskurin, Jónasarbók: Gud segði einaferð við Jónas, at hann
skuldi fara til ein bý, sum æt Ninive. Býurin var stórur og fólkini í
býnum høvdu gloymt Gud. Hetta dámdi Gudi lítið, og hann ætlaði
at oyða býin. Jónas skuldi tí fara at ávara fólkið. Men Jónas hevði
aðrar ætlanir. Hann tordi als ikki. Hann f lýddi við einum skipi, men
brádliga brast ódnarveður á teir. Hann segði, at hann hevði skuld­ina,
tí hann hevði ikki aktað Gud. Tá tóku teir Jónas og kastaðu hann á
sjógvin. Í somu stund slætnaði sjógvurin, men Gud læt stóran fisk
koma og gloypa Jónasi. Jónas var í búkinum á fiskinum í tríggj­ar
dagar og tríggjar nætur.
• Jesus doyptur, Matteus 3 ella Lukas 3: Ein dagin kom Jesus til
Jóhannes. Hendan dagin hevði Jesus eitt ynski. Hann segði:
„Jóhannes! Tú hevur doypt hópin av fólki. Nú vil eg eisini, at tú skalt
doypa meg í ánni Jordan“. Jóhannes var Jesusi líðin og doypti hann.
Tá ið Jesus var doyptur, kom hann við tað sama upp úr vatninum,
og himmal­in opnaðist fyri honum, og hann sá eina dúgvu dala niður
av himli, niður á høvur sítt. Hetta var andi Guds – Heilagi andin.
Gud segði: „Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan
tokka til.“
• Jesus ger vatn til vín, Jóhannes 2,1-10: Einaferð var brúdleyp í Kána
í Galileu.Tað treyt vín, og Jesus bað tey fylla seks vatnsker við vatni.
Síðan bað hann tey bera høvuðskokkinum tað. Tá høvuðskokkurin
smakkaði at tað var vín, segði hann: „Hvør maður setir fyrst hitt
góða vínið fram, og tá ið teir eru vorðnir druknir, hitt ringara; tú
hevur goymt hitt góða vínið líka til nú.“
• Jesus gongur á vatninum, Markus 6,45-56: Lærusveinarnir sótu allir
í bátinum, sum skuldi føra teir yvir um vatnið. Tá kom Jesus til teirra
og segði: „Farið tit avstað, eg komi seinni. Eg fari niðan á fjallið fyri
meg sjálvan at biðja“. Veðrið var gott, men tá ið teir vóru komnir út
á vatnið, brast ódnarveður á. Lærusveinarnir vóru bangnir fyri, at
báturin fór at ganga burtur og at teir allir fóru at drukna. Teir róptu
út í myrkrið: „Hjálp okkum!“ Mitt í ódnarveðrinum sóu teir brádliga
okkurt koma gangandi til teirra eftir vatninum. Teir gjørdust enn
bang­nari. „Hjálp, hatta er eitt spøkilsi!“ Tað, sum teir hildu vera
spøkilsi, var Jesus, sum kom gangandi móti teimum. Hann segði:
„Tað eri eg – óttist ikki!“
• Jesus vaskar lærusveinunum um føturnar, Jóhannes 13,4-10: Tá
reisist Jesus frá kvøldmáltíðini, legði yvirklæðini av sær, tók ein lín­
dúk og bant hann um seg. So stoytti hann vatn í fatið og tók at vaska
føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann