Page 193 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
191
var umbundin við. Jesus segði: „Tann, sum er tváaður, hann hevur
ikki fyri neyðini at tváa sær (uttan um føturnar;) men hann er reinur
allur sum hann er. Og tit eru reinir, men ikki allir.“
Sangur: „Eg vil mínum Harra prísa“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
• Nevnir Bíblian nakað um vatn?
• Prátið um ymiskar søgur í Bíbliuni sum eru um vatn
Skapanin
– 1. Mósebók 1,6-10
Og Guð segði: „Verði hválv í miðjum vøtnunum, og tað skilji vøtn frá
vøtn­um!“ Og tað varð so. Guð gjørdi hválvið og skildi vatnið niðri
undir hválvinum frá vatninum uppi yvir hválvinum; og Guð kallaði
hválv­ið himmal. Og tað varð kvøld, og tað varð morgun – annar dagur.
Og Guð segði: „Savnist vøtnini undir himmalinum á ein stað, so at
turr­lendið kemur undan!“ Og tað varð so. Og Guð kallaði turrlendið
jørð, og savnið av vøtnunum kallaði hann hav. Og Guð sá, at tað var
gott.
Prát
• Hvat hendir í søguni?
• Tá Gud segði, at tað var gott, hvat meinti hann við?
Søga um vatn í Bíbliuni
Næmingarnir endurgeva søguna, sum teir hava hoyrt ella eina av søgu­
num, teir hava tosað um. Søgan verður skrivað í loggbókina. Teir kunnu
eisini tekna eina mynd.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!