Page 194 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
192
Livandi vatn
63. tími
Vert at vita
Vatn verður nevnt einar 700 ferðir í Bíbliuni. Fyrstu ferð vatn verður
nevnt er í 1. Mósebók 1,2: „Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var
yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum.“ Og seinastu ferð er
í Opinberingini 22,17: „Og andin og brúðurin siga: „Kom!“ Og tann,
sum hoyrir, sigi: „Kom!“ Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør,
sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!“
Í Bíbliuni verður vatn mangan brúkt sum ímynd: Jesus bjóðar menn­
iskj­unum ævigt lív, um tey drekka av vatninum, sum hann gevur
teimum. Jóhannes 4,14: „Men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum
eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva
honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt
lív.“
Í Ísrael var vanligt at hava vatnbrunnar. Fólk komu langa leið, at draga
vatn úr brunnunum. Við brunnin í Sikar møtti Jesus eini kvinnu. Hon
kom úr Sámaria eftir vatni. Hetta var á middegi, tá sólin stóð hægst
á himli, og fjøldin hvíldi. Tey tosaðu um vatn og týdningin av vatni.
Konan varð hugtikin av tí sum Jesus segði um tað livandi vatnið, og
spurdi: „Harri, gev mær hetta vatnið, til tess at eg ikki skal tysta og ikki
koma higar at draga upp.“
Sangur: „Sum ein kelda“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Vatn í Bí bliuni