193
Prát
• Nær tørvar okkum vatn?
• Hvar fáa vit vatn?
• Hvat er ein brunnur?
Kvinnan við brunnin
– Jóhannes 4,5-29
Jesus var einaferð í eini bygd, sum æt Sikar. Jesus hevði ferðast langt,
og var so ótrúliga móður. Tað var eisini vorðið so heitt, so fyri at hvíla
seg, setti hann seg við ein brunn. Hann var móður, men hann var eisini
rættiliga tystur.
Tá kom ein kvinna til brunnin eftir vatni. Jesus segði við hana:
„Góða gev mær at drekka!“ Kvinnan segði við hann: „Hvussu kanst
tú, sum ert jødi, biðja meg, sum eri ein sámáriukvinna, um drekka?“
Hetta segði hon, tí at jødar dámdu vanliga ikki sámáriubúgvar. Jesus
svaraði henni: „Um tú visti hvør eg var, so hevði tú biðið meg givið
tær livandi vatn at drekka.“ Kvinnan segði við hann: „Harri, tú hevur
einki at draga vatn úr brunninum við, og brunnurin er djúpur, hvaðan
fært tú tá hitt livandi vatnið? Jesus svaraði og segði við hana: „Øll, sum
drekka av hesum vatni, skulu tysta aftur. Men tann, sum drekkur av
tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta. Kvinnan
segði tá við hann: „Harri, gev mær hetta vatnið, so eg ikki tysti og ikki
noyðist at koma higar aftur at draga vatn upp úr brunninum. Eg havi
hoyrt, at einaferð fer Messias at koma. Tá ið hann kemur, skal hann
kunngera okkum alt sum er vert at vita.“ Tá segði Jesus við hana: „Tað
eri eg, sum tali við teg.“
Tá læt kvinnan vatnílat sítt standa eftir og fór avstað inn í bygdina og
segði við fólkini: „Komið og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt.
Man hann ikki vera hin lovaði kongurin?“
Prát
Hvat er „livandi“ vatn?
Kvinnan við brunnin
Næmingarnir fáa myndina av kvinnuni og Jesusi við brunnin. „Ein
og hvør, sum drekkur av hesum vatni, skal tysta aftur men tann, sum
drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki
tysta.“ Jóhannes 4,13b-14a
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!