Page 196 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
194
Lekjandi vatn
64. tími
Síða
Vert at vita
vert at vita
til undanfarnu tímarnar um vatn.
Tá ið Móses og fólkið vóru í oyðimørkini fingu tey vatn úr einum kletti.
Í 2. Mósebók 17,6 stendur: „Sí, eg skal standa framman fyri tær har á
klettinum við Hóreb; tá ið tú slært á klettin, skal vatn spretta fram, so
at fólkið fær at drekka.“ Gud gav teimum vatn at drekka, men vit lesa
eisini í Bíbliuni, at fólk vóru grødd við vatni.
Sangur: „Sum ein kelda“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Náaman frískur
Náaman var spitalskur. Náaman hevði hoyrt um profetin Elisa í
Sámáriu, sum lekti mong menniskju. Náaman fór við rossum og vag­
num og steðgaði fyri durunum hjá Elisa. Elisa kom ikki sjálvur út at
heilsa Náaman. Hann sendi tænara sín út við hesum boðunum: „Far og
baða tær sjey ferðir í Jórdan, so verður tú frískur aftur. „
Náaman gjørdist firtin. Hann var komin at práta við profetin, men
hann slapp bara at tosa við tænaran hjá honum. Hetta var ovboðið.
Náman vildi als ikki baða sær í eini skitnari á, tað var hann ov fínur
til! Hann gjørdi til at fara heim aftur, men so fór hann at ivast. Kanska
skuldi hann bara roynt tað sum Elia bað hann gera. Hvat kundi henda?
Hann hevði einki at missa. Um hann ikki gjørdist frískur, fór hann at
doyggja. Hann gjørdi av, at gera eina roynd.
Náaman stóð nú í ánni Jordan og hevði verið 6 ferðir undir vatni.
Húðin var als ikki broytt, einki var hent, hann var líka spitalskur nú,
sum tá hann kom. So fór hann undir eina síðstu ferð og hesaferð gjørdist
Vatn í Bí bliuni