Page 197 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
195
húðin frísk aftur. Hon var rein og mjúk sum á smábarni. Náaman
takkaði Gudi fyri, at hann var vorðin frískur.
Prát
• Hvønn týdning hevur vatnið í søguni?
• Hví fór Náaman til Elisa?
• Hvat skuldi Náaman gera?
• Hvar baðaði Náaman sær?
• Hvussu ofta?
• Gjørdist hann frískur?
Maðurin við Betesda hylin
Í Jerúsalem var ein hylur, sum kallast Betesda. Ein bygningur var lað­
að­ur um hylin. Bygningurin hevði fimm súlnagangir. Framvið hyl­inum
lógu nógv sjúk og veik fólk. Hesi bíðaðu øll eftir, at aldur ella rørsla av
onkrum slagi skuldi síggjast á stilla vatninum í hylinum. Tey trúðu, at
tað var.eingil Harrans, sum steig niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann,
sum tá var fyrstur niðurí vatnið, gjørdist frískur aftur sama hvørjari
sjúku hann var raktur av.
Við hylin í Jerúsalem lá eisini ein maður, sum hevði verið sjúkur í
38 ár. Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa
tíð. Hann segði við mannin: „Vilt tú verða frískur?“ Maðurin svaraði
Jesusi: „Harri, eg havi ongan, sum hjálpa mær út í hylin, tá ið vatnið
verður órógvað. Eg eri altíð ov seinur. Jesus svaraði: „Reis teg upp, tak
song tína og gakk.“ Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók
song sína og gekk.
Prát
• Hvønn týdning hevur vatnið í søguni?
• Hvussu æt hylurin?
• Í hvørjum býi var hylurin?
• Hvør bíðaði við hylin?
• Hví?
• Hvussu leingi hevði maðurin bíðað?
• Hvør hjálpi honum?
• Hvat bað Jesus hann gera