Page 203 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
201
Spøl
Git, hvat eg geri
Lærarin gevur einum næmingi ein lepa við einum orði, t.d. prestur,
eingil, barn, pápi, mamma.
Næmingurin brúkar bert kropsmál at vísa, hvat hann er, og hinir
næmingarnir skulu gita.
Ferðin í oyðimørkini
Næmingarnir verða býttir í smáar bólkar.
Lær­arin hevur ein lit­aðan brikk við til
hvønn næming, sum verða brúktir at
f lyta við. Hvør bólkur fær eitt borðspæl,
sum er eitt kort av ferðini hjá ísraels­
fólki í oyði­mørk­ini og ein terning
– sí avrit aftast í bók­ini. Ein ringlar
og f lytir sín brikk. Koma tey á eitt
posi­tivt tal, f lyta tey samsvarandi
fram, men koma tey á eitt negativt
tal, f lyta tey sam­svarandi aftur.
Soleiðis spæla tey, til tey koma á mál.
Dómari
Næmingarnir f lyta seg frítt runt í stovuni. Tónleikur av f løguni „Vinir
mínir og eg“ verður spældur, men tá ið „dómarin“ steðgar tónleikinum,
skulu øll „frysta“. Dómarin sigur so, hvør var seinastur at „frystast“.
Hesin setur seg niður. Síðan spælir dómarin aftur tónleik. Tá ið ein er
eftir, verður hesin dómari.
Kríggj
Næmingarnir verða býttir í bólkar. Eitt kortspæl er til hvønn bólkin.
Kortini verða býtt út, so hvør næmingur hevur ein bunka. Síðani leggja
næmingarnir fyrst eitt við myndini uppeftir, síðani trý kort við mynd­
ini niðureftir og seinast eitt kort við myndin uppeftir. Tann, sum hevur
hægsta kortið fær øll løgdu kortini. Um tveir ella f leiri hava líka, er
kríggj. Hesir skulu síðan halda fram at leggja kortini úr bunkanum –
trý við myndini niðureftir og eitt uppeftir. Tann, sum at enda hevur
hægsta kortið, vinnur.