Page 204 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
202
Myndalottarí
Ein næmingur hevur ein bunka við teimum 30 barnarættindagrein­
unum – sí avrit aftast í bókini. Hann situr í bólki, har hinir næmingarnir
í bólkinum hava hvør sína plátu. So hvørt sum næmingurin lesur eina
grein, skulu hinir siga, um teir hava hana. Tann fyrsti, sum savnar allar
sínar, er upplesari næstu ferð.
Vegvísari
Næmingarnir verða býttir í bólkar. Trý í hvørjum bólkinum. Turri­
klæði verður bundið fyri eyguni á einum næmingi. Nú er næmingurin
„blind­ur“. Hinir næmingarnir vísa tí blinda vegin við orðum t.d. „gakk
beint fram“, „far til høgru“, „steðga“ o.s.fr. Tann blindi skal lurta og
ganga eftir boðunum.
Herklæði Guds
Ger eitt STÓRT minnisspæl – sí avrit aftast í bók­ini. Myndirnar verða
lagdar á gólvið. Flokk­ur­in verður býttur í tveir bólkar og tann bólk­ur­in,
sum fær f lest pør, hevur vunnið.