Page 205 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
203
Allir mínir høsnarungar
– komið heim!
Ein næmingur er hønumamma, ein er úlvur og hinir eru høsnar­ungar.
Mamman stendur yvir av høsnarungunum, sum standa ímóti einum
veggi – umleið 15 fótafet frá. Úlvurin stendur á síðulinjuni. Samrøðan
gongur soleiðis:
Hønumamman: „Allir mínir høsnarungar, komið heim!“
Høsnarungarnir: „Vit tora ikki!“
Hønumamman: „Fyri hvørjum?“
Høsnarungarnir: „Úlvinum!“
Hønumamman: „Hvat ger hann?“
Høsnarungarnir: „Etur okkum!“
Hønumamman: „Hvussu nógvar?“
Høsnarungarnir: „Allar!“
Hønumamman: „Kom bara!“
Nú skulu høsnarungarnir
renna yvir til mammuna,
meðan úlvurin roynir at fanga teir.
Teir, ið fangaðir verða, hjálpa úlv­inum
næstu ferð at fanga.
Vatnstafett
Næmingarnir verða býttir í tveir bólkar. Bólkarnir fáa hvør sítt ílat og
ein kopp. Næmingarnir skulu ein og ein renna yvir til eitt vatnílat og
fylla koppin við vatni. Síðan renna tey aftur til sítt ílat og tøma koppin.
Bólkurin, sum hevur fingið mest vatn, hevur vunnið.