Page 220 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
218
Avritssíða 12a
24. tími – Barnarættindi í skúlanum
35. grein:
Søla og rán av børnum
Samfelagið hevur skyldu
til at nýta øll ráð at forða sølu
av børnum og barnaráni
17. grein:
Týdningur
av fjølmiðlum
Samfelagið hevur skyldu at tryggja
børnunum atgongd til upplýsingar
frá hóskandi nøgd av innlendis
og altjóða tíðindamiðlum.
24. grein:
Heilsa
Børn hava rætt til heilsu og eiga at
fáa læknahjálp við serligum atliti at
fyribyrgjandi heilsurøkt. Samfelagið
hevur skyldu at minka um til­
burðir av barnadeyða og at virka
fyri, at gamlir siðir, ið kunnu skaða
heilsu barnanna, verða avlagdir.
20. grein:
Foreldraleys børn
Samfelagið hevur serliga skyldu
at verja børn, sum hava mist foreldur
og familju og at tryggja teimum aðra
røkt og, um tað krevst, ættleiðing.
31. grein:
Frítíð og hvíld
Børn hava rætt til frítíð, hvíld og
spæl og at taka lut í mentanarligum
og skapandi virksemi.
6. grein:
Rætturin til lívið
Barnsins rættur til lívið og skylda
samfelagsins at tryggja børnunum
undan­komu og menning.
38. grein:
Vápnað stríð
Samfelagið hevur skyldu at halda
altjóða avtalur um krígsførslu, eitt nú
at tryggja at børn undir 15 ára aldur
ikki taka lut í bardaga og at av­marka
útskrivingn av 15-18 ára gomlum til
vápnaða tænastu. Í Vápnað­um stríði
hava øll børn rætt til verju og røkt.
12. grein:
Rættur at siga
sína hugsan
Børn hava rætt at siga
sína hugsan og krav um, at
hugsan teirra verður vird.
26. grein:
Almannatrygd
Børn hava rætt til almannatrygd.
15. grein:
Rættur at stovna feløg
Børn hava rætt at gerast limir í feløgum
og vera við at stovna feløg, tó uttan
at gera seg inn á annara rættindi.
30. grein:
Minnilutar
Børn, ið hoyra til minnilutabólkar,
hava rætt til at liva samsvarandi
teirra egnu mentan og átrúnaði
og at tala sítt egna mál.
19. grein:
Verja móti
ringari viðferð
Samfelagið hevur skyldu at verja
barnið móti allari ringari viðferð frá
foreldrum ella øðrum, at fyribyrgja
allari ringari viðferð og at bøta um
fylgjurnar av tílíkari viðferð.