219
Avritssíða 12b
24. tími – Barnarættindi í skúlanum
36. grein:
Onnur misnýtsla
av børnum
Børn hava rætt til verju fyri øllum
øðrum sløgum av misnýtslu.
3. grein:
At tryggja
áhugamálum barnanna
Tað er samfelagsins skylda at tryggja
áhugamálum barnanna, tá avgerðir vera
tiknar. Samfelagið hevur skyldu at gera
serstakar reglur til verju fyri børnini.
10. grein:
At føra familjur saman
Børn og foreldur hava frítt at fara úr
hvørjum landi sum helst og venda
aftur til egið land at verða sameind.
18. grein:
Barnauppaling
Samfelagið hevur skyldu at
tryggja, at barnsins foreldur ella
verji hava høvuðsábyrgdina av
uppalingini, og at geva vegleiðing
og hjálp í hesum sambandi.
29. grein:
Endamálið fyri upplæringini
Samfelagið hevur skyldu at tryggja,
at upplæringin virkar til at menna
barnsins persónsmensku og evni, at
hon fyrireikar barnið til eitt virkið
vaksnamannalív, fremur virðingina
fyri mannarættindum og at mennir
virðingina fyri barnsins egnu
mentunarligu og tjóðskaparligu virðum.
23. grein: Brekað børn
Brekað børn hava rætt til bestu
hjálp, umsorgan og upplæring
at tryggja teirra sjálvsálit og
møguleikar til ríkt og virkið lív.
28. grein:
Upplæring
Børn hava rætt til upplæring, og
samfelagið hevur skyldu at tryggja
øllum børnum skyldubundnan
og ókeypis barnaskúla við
menniskjansligum agareglum.
5. grein:
Leiðbeining av foreldrum
Foreldur eiga at verða leiðbeind
soleiðis, at børnini búnast samsvarandi
evnum og møguleikum teirra.
22. grein:
Flóttabørn
Samfelagið hevur skyldu at tryggja
serstaka verju av børnum á f lótti
ella sum søkja um f lóttastøðu og at
samstarva við avvarðandi felagsskapir
f lóttabørnum til verju og hjálpar.
37. grein:
Píning og revsing
Samfelagsins skyldur mótvegis
børnum, ið eru handtikin ella sett í
varðhald. Bann fyri píning, grimari
ella niðrandi viðferð, revsing, deyða
revsing og lívlongum fongsli. Børn,
sum sita í fongsli, hava rætt til
menniskjansliga viðferð, mugu ikki
sita saman við vaksnum og hava
rætt til samband við familjuna.
33. grein:
Misnýtsla av rúseitri
Børn hava rætt til verju fyri
misnýtslu av rúseitri og fyri at
verða sett í arbeiði við framleiðslu
og sølu av rúseitri.
11. grein:
Barnaræning
Samfelagið hevur skyldu at forða
fyri, at børn verða rænd í útlondum
av foreldrum ella øðrum.