Page 222 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
220
Avritssíða 12c
24. tími – Barnarættindi í skúlanum
14. grein:
Tanka-, samvitsku-
og trúarfrælsi
Børn hava rætt at trúgva og
tilbiðja. Samfelagið hevur skyldu
at virða undirvísing í trúarlæru.
27. grein:
Lívskrøv
Børn hava rætt til hóskandi lívskrøv.
Foreldrini hava høvuðsábyrgdina
av, at hesi krøv verða lokin,
og samfelagið hevur skyldu at
hjálpa til, um tað er neyðugt.
9. grein:
Verja foreldranna
av barninum
Børn hava rætt at búgva hjá foreldrunum,
uttan so at mett verður, at hetta
samsvarar ikki tørvi barnanna. Børn
hava rætt til samband við bæði for­eldrini,
hóast tey ikki búgva hjá teimum. Er tað
av samfelagsávum, at barnið er tikið frá
foreldrunum, hevur samfelagið skyldu
at knýta sam­bandið aftur við foreldrini.
32. grein:
Barnaarbeiði
Samfelagið hevur skyldu at verja
børn fyri arbeiðsumstøðum, ið
kunnu hótta teirra heilsu, upplæring
og menning. Minstialdur og
trygd eiga at verða fyriskipað.
2. grein:
Javnstøða og verja
fyri mannamuni
Grundreglan um, at øll rættindi
galda fyri øll børn uttan undantak.
Tað er landsins skylda at verja
børnini fyri øllum mannamuni.
21. grein:
Ættleiðing
Samfelagið hevur skyldu at tryggja
at loyvi einans verður givið til ætt­
leiðing, um tað er til barnsins frama.