Page 226 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
224
Avritssíða 15
27. tími – Tíggju ljós
Sí, jólabarnið, Jesus,
Guds gáva okkum er,
í náttarniðu jóla
oss lívsins ljós tað ber.
Men skjótt eitt ljós kann slókna,
tí mangur vandi er,
tá hvørvur lívsins logi,
oss náttin deyða ber.
Sí, ljósini har loga
í tali tíggju nú.
Men so var ein ótrúgvur.
Eitt ljós var bart í búð.
Í lon nú loga níggju,
hitt eina einki vert.
Men tá var ein ólýðin -
og eftir átta bert.
Í lon nú loga átta,
tey hava onga neyð.
Men tá fór ein at lúgva,
og eftir eru sjey.
Í lon sjey ljós nú lýsa,
tey hava fagurt log.
Men tá fór ein at stjala,
og seks tey verða so.
Seks ljós við loga lýsa
so føgur og so fríð.
Men kærleikan ein gloymdi,
og fmm tey verða tí.
Ei heildin meir, men helvtin,
ei mega slókna feir’.
Men ilt fór ein at biðja.
Sí, fýra ljós - ei meir.
Mær lýsa nú tey fýra
og teim, ið leggja í.
Men ein fór sær at rósa,
so lýstu okkum trý.
Trý ljós í lon nú loga,
bert rúka hini sjey.
Men ein tá gjørdist latur,
tí loga bara tvey.
Tey tveyeini nú lýsa,
um lív tey bera boð.
Sítt faðirvár ein gloymdi,
og einans eitt var so.
Eitt lítið ljós á lívi
teim níggju lýsa man.
Men fer tað so at slókna,
á ljósi myrkrið vann.
Ei var tað so, á, nei, nei,
tey komu rað á rað
við iðran fram úr skugga,
og hvør av teimum bað:
„Lat ljós meg frá tær fáa,
so betur eg kann sjá
tað jólabarnið, Jesus,
Guds ljósa himni frá.“
So varð eitt ljósið tendrað -
so annað - og so øll.
Við lívsins loga lýsa
tey tíggju ljós í høll.
Sí, jólabarnið, Jesus,
Guds gáva okkum er,
í náttarniðu jóla
oss lívsins ljós tað ber.
Tíggju ljós
Kórið murrar lagið, meðan 10 ella fleiri næmingar
ganga inn við slóktum ljósum.
Tey, ið hava slókt
ljós, syngja:
Ljósini verða
tendrað aftur.
Tá logi er komin
í øll ljósini, fara
børnini út eftir
gólvinum.
(Murra lagið)