Page 227 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
225
Avritssíða 16a
28. tími – Træið
Jólatræið
Várt jólatræ skal minna teg á,
at Jesusbarnið í krubbu lá,
at Jesus nevndi seg sjálvan
eitt træ og vit eru greinarnar,
minn­ist til tað!
Træið
Granntræið, so vakurt og hátt,
minni um vøkstur og lívið
gott, minn­ir á træið í paradís,
har vit skulu bera Harranum
prís.
Stjørnan
Hygg, Betlehemsstjørnan
send­ir sítt ljós, so menn finna
vegin yvir í fjós.
Tríggir vísmenn vóru fyrstir
á veg; men nú kunnu vit fara,
bæði tú og eg.
Eingilin
Hirðarnir vaknaðu úti á ong,
tí teir hoyrdu fagran eingla­
song.
Einglarnir boðaðu gleði og
gleim: Frelsarin Jesus er borin
í heim.
Klokkur
Klokkurnar ringja há­tíð­ina
inn, minna um orðið í hjarta
og sinn.
Bjøllurnar smáu á trænum
skína minna um høgtíð og
barna­tíð tína.
Ljós
Ljósið er Jesus, og hann víst
býr í hvørjum hjarta, sum hes­
um nú trýr.
Halt ljósið høgt, so at øll tað
skilja: Jesus gevur lív eftir
Guds vilja.
Glitur
Sum ljósið skyggir í glitrinum
balda, skulu vit vera ljós her í
heiminum kalda.
Verja um alt tað, sum veksur
og grør, vera Guds hendur og
føtur á jørð.
Fuglar
Fuglarnir, teir sita trøunum á,
veikir teir eru, eg verja teir má.
Heilagi andi sum dúgva kom
niður, hetta Guds orð okkum
klárliga sigur.
Kavi
Sum kavin fellur, alt skittið
hann goymir, so veit eg Gud
mínar syndir gloymir.
Nýlagstur kavi, hitt reinasta
reina, minnir um Jesus og
Jesus aleina.
Kavi
Hvíti kavin, hitt rein­asta
reina, vísir á Jesus, ja, Jesus
aleina, sum synd vára bøtti
við ein­um prísi, ið læt upp
veg­in til para­dís­ið.