226
Súrepli
Ein frukt var bannað Evu at
eta, móti tí forboð hon vildi
seg seta.
Mangan akta vit ikki Guds
boð. Hví heldur tú, tað man
vera so?
Hjørtu
Tey mongu hjørtu, sum lýsa
reyð, minna um Jesus og
hansara deyð.
Menniskjum mugu vit kær
leika vísa, Jesus hevur sagt, at
vit skulu lýsa.
Kurvar
Smáfiskar tveir og fimm smá
breyð loystu fólkið úr hung
ursneyð!
Jesus gav føði til likams og
anda, loysa hann kann úr
hvørjum vanda.
Fløgg
Eitt krossmerkt f lagg, hvat
sigur tað tær?
“At trúgvin í Føroyum víst
boðað varð.“
Jesus er Harri, hetta boð okk
um ber, mong vita av tí og tíð
in hon fer.
Træið
Várt jólatræ skal minna teg á,
at Jesusbarnið í krubbu lá.
at Jesus nevndi seg sjálvan
eitt træ, og vit eru greinarnar,
minnist til tað.
Avritssíða 16b
28. tími – Træið
Træið
Jólatræið, so vakurt og hátt,
minnir um vøkstur og lívið
gott, minnir um træið í para
dís, har vit skulu bera Harra
num prís.
Træið
Várt jólatræ skal minna teg á,
at Jesusbarnið í krubbu lá,
um alt hann gjørdi, og alt
hann lærdi,
og ikki lív sítt á foldum spardi.