Page 262 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
260
Avritssíða 39a
64. og 65. tími – Leikandi vatn
Maðurin við Betesda hylin
Í Jerúsalem var ein hylur, sum kallast Betesda.
Ein bygningur var lað­að­ur um hylin. Bygning­
urin hevði fimm súlnagangir. Framvið hyl­inum
lógu nógv sjúk og veik fólk. Hesi bíðaðu øll eftir,
at aldur ella rørsla av onkrum slagi skuldi síggjast
á stilla vatninum í hylinum. Tey trúðu, at tað
var eingil Harrans, sum steig niður í hylin og
órógv­aði vatnið. Tann, sum tá var fyrstur niðurí
vatn­ið, gjørdist frískur aftur sama hvørjari sjúku
hann var raktur av.
Við hylin í Jerúsalem lá eisini ein maður, sum
hevði verið sjúkur í 38 ár. Jesus sá hann liggja
har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð.
Hann segði við mannin: „Vilt tú verða frískur?“
Maður­in svaraði Jesusi: „Harri, eg havi ongan,
sum hjálpa mær út í hylin, tá ið vatnið verður
órógv­að. Eg eri altíð ov seinur. Jesus svar­aði:
„Reis teg upp, tak song tína og gakk.“ Og í
stund­ini varð maðurin frískur, og hann tók song
sína og gekk.