261
Avritssíða 39b
64. og 65. tími – Leikandi vatn
Kvinnan við brunnin
– Jóhannes 4,5-29
Jesus var einaferð í eini bygd, sum æt Sikar. Jesus
hevði ferðast langt, og var so ótrúliga móður.
Tað var eisini vorðið so heitt, so fyri at hvíla seg,
setti hann seg við ein brunn. Hann var móður,
men hann var eisini rættiliga tystur.
Tá kom ein kvinna til brunnin eftir vatni.
Jesus segði við hana: „Góða gev mær at drekka!“
Kvinnan segði við hann: „Hvussu kanst tú, sum
ert jødi, biðja meg, sum eri ein sámáriukvinna,
um drekka?“ Hetta segði hon, tí at jødar dámdu
vanliga ikki sámáriubúgvar. Jesus svaraði henni:
„Um tú visti hvør eg var, so hevði tú biðið meg
givið tær livandi vatn at drekka.“ Kvinnan segði
við hann: „Harri, tú hevur einki at draga vatn úr
brunninum við, og brunnurin er djúpur, hvaðan
fært tú tá hitt livandi vatnið? Jesus svaraði og
segði við hana: „Øll, sum drekka av hesum vatni,
skulu tysta aftur. Men tann, sum drekkur av tí
vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir
ikki tysta. Kvinnan segði tá við hann: „Harri,
gev mær hetta vatnið, so eg ikki tysti og ikki
noyðist at koma higar aftur at draga vatn upp
úr brunninum. Eg havi hoyrt, at einaferð fer
Messias at koma. Tá ið hann kemur, skal hann
kunngera okkum alt sum er vert at vita.“ Tá segði
Jesus við hana: „Tað eri eg, sum tali við teg.“
Tá læt kvinnan vatnílat sítt standa eftir og fór
avstað inn í bygdina og segði við fólkini: „Komið
og síggið ein mann, sum hevur sagt mær alt.
Man hann ikki vera hin lovaði kongurin?“