Page 32 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
30
Góðir og illir einglar
5. tími
Vert at vita
Í Bíbliuni eru tvey sløg av einglum, teir óndu einglarnir og teir himm­
alsku einglar­nir. Teir góðu einglarnir eru vísir (2. Sámuelsbók 14,20)
og heilag­ir (Ápstlsøgan 10,22). Í mun til menniskjuni eru teir andaligir,
soleiðis at skilja, at teir liva og virka og eru ikki bundnir av tíð og stað.
Teir eru í Guds tænastu og høvuðsgerningur teirra er at vera tænandi
andar, sum verða sendir til hjálpar. (Herbrearabrævið 1,14).
Í Bíbliuni stendur f leiri staðni um støðuga stríðið í andaverðini. Í
Dánjals­bók 10 stendur, at ein eingil kemur til Dánjal. Hesin eingilin
sigur m.a.: „Veitst tú, hvørs vegna eg eri til tín komin? Eg má nú snúgvast
aftur til at berj­ast við verndareingil Persiu; og tá ið eg eri útfarin, tá
kemur verndar­eingil Grikkalands. Og eingin veitir mær hjálp ímóti
teim­um uttan Mikael, verndareingil tykkara, (11,1) ið stendur mær við
lið til hjálpar og verndar. Tó vil eg gera tær kunnugt tað, sum ritað er í
bók sann­leikans, ja, nú vil eg kunngera tær tað, sum satt er.“
Sátan, sum var ein av teimum stóru einglunum hjá Gudi, gjørdist
øvund­sjúkur inn á Gud og vildi taka ræði av Gudi. Men í stríðnum
móti Gudi mátti hann lúta. Hann gjørdist tí mótstøðumaður, og herar
hans­ara verða eisini nevndir demonar ella illir andar.
Í Nýggja testamenti í Efesusbrævinum 6,11-12 stendur: „Latið tykkum
í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót snið­
lopum djevulsins. Tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men
móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum
myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum.“
Einglar