31
Í Opinberingini 12,7-9 stendur: „Og stríð kom í á himni: Mikael og
einglar hansara stríddust móti drekanum, og drekin stríddist og einglar
hansara. Og teir vóru við undirlutan, og staður teirra varð heldur ikki
longur at finna á himni. Og hin stóri drekin varð stoyttur oman, hin
gamli ormurin, sum kallast djevul og Sátan, hann sum villleiðir allan
mannaheimin, – hann varð stoyttur oman á jørðina, og einglar hansara
vórðu stoyttir oman við honum.“
Sangur: „Tað er ein eingil, sum varðar meg“ av føguni
Vinir mínir og
eg.
Prát – í bólkum
Næmingarnir fáa prentaða mynd av Mikael í bardaga. Teir seta seg tveir
og tveir at hyggja at myndini og síðu 14 og 15 í næmingabókini. Teir tosa
saman um, hvør munur er á góðum og illum einglum. Næmingarnir
koma við uppskotum.
Skriva stikkorð á talvuna, t.d.:
Góðir einglar:
• hvítum klæðum
• glaðir og mildir
• hjálpa
• elegantar og vakrar rørslur
Illir einglar:
• svørtum klæðum
• daprir og óhugnaligir
• óðir og frustreraðir
Her er møguleiki fyri, at tosa um munin á tí góða og illa. Hetta evni
hevur verið frammi í
Vinir mínir og eg 1 og 2
. Tað hevur týdning, at
næmingarnir sjálvir seta orð á munin.
At hava í huga
Opinberingin er skrivað av Jóhannesi, sum situr fangi á oynni Patmos.
Her fær hann opinberingar frá Gudi. Hetta er ein sjón, heldur enn ein
lýsing av tí, sum bókstaviliga hendi. Søgan vísir stríðið ímillum tað
góða og illa.