32
Prát
Næmingarnir lesa søguna „Mikael og drekin“ í næmingabókini saman
tveir og tveir:
• Hvør er góður eingil í søguni?
• Hvør er illur eingil í søguni?
• Hvat stríðast teir um?
• Hvør vinnur?
Mikael og drekin
– Opinberingin 12
Mikael var ein av høvuðseinglunum, sum var boðberi og herhøvdingi
hjá Gudi. Mikael bardist fyri tí góða.
Ein daginmøtti Mikael einumóndumdreka. Hesin drekin, sum eina
ferð var ein av teimum stóru einglunum hjá Gudi, gjørdist øvundsjúkur
inn á Gud. Hann savnaði sær f leiri aðrar einglar at berjast ímóti Gudi.
Og av tí at eingilin var øvundsjúkur og illur, hataði hann menniskjuni,
sum Gud hevði skapt. Hann slatraði og klagaði menniskjuni fyri Gudi.
Hann vísti á alt tað skeiva, menniskjuni gjørdu, og segði: „Hygg, hvat
tey gera. Tey eru ikki nóg góð at elska!“ Hann vildi oyðileggja menn
iskjuni.
Men hendan dagin uppi í himlinum fóru høvuðseingilin Mikael og
einglar hansara at berjast ímóti drekanum. Eftir stóra bardagan vann
Mikael á drekanum. Teir vóru riknir út úr himmalinum.
Uppskot
Næmingarnir gera søguna „Mikael og drekin“ til teknirøð í loggbókina.
Lærarin tekur saman um – takk fyri í dag!