33
Hjálpsemi
6. tími
Vert at vita
Sí
vert at vita
til 4. tíma um einglar, sum hjálpa.
Sangur: „Tað er ein eingil, sum varðar meg“ av f løguni
Vinir mínir og
eg.
Prát
Út frá næmingabókini verður prátað.
• „Tú ert ein eingil“, verður sagt. Hvat liggur í hesum?
• Næmingarnir greiða frá ymiskum verum í teknirøðum ella filmum,
sum f lúgva, hjálpa ella eru óndir, so sum Superman, Peter Pan,
Spiderman, Batman o.s.fr. Ella hava teir kanska í dreymi upplivað at
f logið? Aðrir hava kanska í dreymi sæð ein eingil?
• Kunnu vit vera „einglar“ í gerandisdegnum? (t.d. góðar gerðir)
• Hvussu eru vit tá?
• Hvat gjørdi fátæka einkjan – í mun til hini, sum eisini góvu pening?
Jesus freistaður og einglar tæna honum
– Matteus 4,1-11
Eftir at Jesus var doyptur, fór hann út í oyðimørkina. Púra einsamallur
gekk hann úti í oyðimørkini og fekk einki at eta í fjøruti dagar og fjør
uti nætur. At enda hungraði hann. Tá kom fíggindin, djevulin, at freista
Jesus. Hann vildi so fegin, at Jesus skuldi gera okkurt, sum var skeivt.
Djevulin segði: „Um tú ert sonur Guds, tá sig, at hesir steinarnir
skulu verða breyð.“ Men Jesus svaraði: „Skrivað stendur: „Menniskjan
livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, ið gongur út av Guds
munni.“
Einglar