Page 36 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
34
Tá fór djevulin við honum upp á eitt torn í halgidóminum og segði:
„Um tú ert sonur Guds, tá stoyt teg sjálvan oman her, tí at skrivað stend­
ur: „Eingl­um sínum man hann geva boð um teg, og á hondum munnu
teir bera teg, at tú ikki meiðir fót tín á nøkrum steini.“ Jesus segði við
hann: „Upp­aftur stendur skrivað: „Tú mást ikki freista Harran, Gud
tín.“
Síðani fór djevulin við honum niðan á eitt óføra høgt fjall og vísti
hon­um øll ríki heimsins og alla dýrd teirra og segði við hann: „Alt hetta
skal eg geva tær, um tú vilt falla á knæ og tilbiðja meg.“ Tá segði Jesus
við hann: „Vík frá mær, Sátan! Tí at skrivað stendur: „Harran, Gud tín,
eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.“ Tá fór djevulin frá honum, og
einglarnir komu og tæntu honum.
Tú ert ein eingil
Næmingarnir tekna týdningin av orðafellinum: „Tú ert ein eingil“.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!