Page 37 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
35
Hetjur
7. tími
Vert at vita
Í barnabókum og í filmi eru nógvar hetjur – Pippi, Huckleberry Finn,
Matilda Wormwood, Anna á Grønaf løtti, Superman, Batman o.s.fr.
Hetta eru persónar, sum eru fyrimyndir á ein ella annan hátt. Hetjur­
nar vinna, tær eru djarvar, vísar og sterkar. Tær hjálpa ella berjast fyri
rættvísi.
Tó er lýsingin av eini hetju eins ymisk, sum menniskju eru ymisk. Ein
og hvør hevur sína egnu mynd av, hvat ein hetja er.
Eingin ivi er um, at rithøvundar og tey, ið framleiða film, vilja gera
hetjuna sannførandi. Hetjurnar eru ikki altíð bara „góðar“, men tær eru
so sannførandi, at lesarin ella hyggjarin følir við og heldur við hetjuni.
Fólk skulu elska hetjuna, og hata mótpartin.
Øll hava óivað fyrimyndir. Ofta er hetjumyndin ein mynd av tí, fólk
ynskja, men ikki heilt eru før fyri at gera til veruleika. Hugsandi er, at
fólk hava brúk fyri einum friðskjóli, har tey hava álit á, at hetjan kemur
og bjargar teimum úr vanda. Hetta er eitt stað, har fólk fáa frið frá
fígg­ind­um, døprum hugsanum um framtíðina, vánaligum fíggjarligum
út­lit­um ella væntandi heimsfriði. Tí í hetjuheiminum vinnur hetjan á
øllum hesum.
Hetjur eru eisini í gerandisdegnum. Dømi um hetta er „Læknar uttan
landa­mørk“, Móðir Teresa, sløkkiliðsmenn, løgreglufólk, børn, ið steðga
happ­ing o.s.fr. Tey hjálpa øðrum. Hesi eru hetjur í gerandisdegnum.
Sangur: „Eg óttist ei“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Hetjur í Bíbliuni