Page 38 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
36
Prát
• Hvat er ein hetja?
• Hvussu sær ein hetja út?
• Hvat ger ein hetja?
• Hvussu gomul er ein hetja?
Lærarin skrivar uppskotini á talvuna.
Hetjur
Uppskotini verða skrivað í loggbókina.
Ársins fyrstuhjálparar í 2010
Ein vetrardag í oktober 2009 fóru Hjørtur og Tummas oman á sandin
í Syðrugøtu at hyggja at brimi. Teir gingu út í Støð og fóru síðani heilt
út á keiina. Meðan teir soleiðis stóðu og eygleiddu brimið, kom eitt stórt
óløgi. Hjørtur og Tummas sluppu sær burtur og runnu báðir niðan
undir brimgarðin. Men Adrian, sum eisini var komin at hyggja at brim­
inum, var ov seinur, og var í einum skolaður út av keiini og á bláman.
Adrian royndi at svimja, men tað var ov tungt at svimja í klæðum.
Tað eydnast honum tó at svimja inn móti keiini. Hjørtur skundaði sær
at blaka jakkan og toygdi seg so langt hann kundi, meðan Tummas helt
í bein hansara. Teir róptu á Adrian og eggjaðu honum at halda á fram
at svimja. Aldurnar skolaðu oman yvir teir, og Adrian var f leiri ferðir
drigin út frá, men fjórðu ferð eydnast tað. Teir tóku í Adrian, og fingu
hann upp úr sjónum.
Teir fóru síðan heim til Hjørt, men har var eingin inni. Teir lótu
Adrian úr vátu klæðunum og koyrdu hann undir heita brúsu. Síðan
ballaðu teir hann í eina heita dýnu.
www.redcross.fo
Prát
• Hvør er hetjan í frásøgnini?
• Hví?
Mín hetja
Næmingarnir tekna eina hetju. Tá teir eru lidnir vísa teir tekningarnar.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!