Page 39 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
37
Ráhab
8. tími
Vert at vita
Jósvabók er søgan um Guds ríki, sum fekk staðbundið fótafesti í heim­
inum. Sigurin hjá ísraelsfólki var eisini sigurin hjá einum livandi Gudi
yvir avgudum og heiðinskapi. Men sigur Guds kom ikki av sær sjálv­
um. Gud ynskti, at fólkið skuldi fara í kríggj og taka landið, sum hann
hevði lovað teimum (Jósvabók 1,3) – ikki í egnari styrki, men í styrki
Guds. Jósva var ein sterkur herførari, men navn hansara varð broytt frá
Hósjea, sum merkir „sigur“ (4. Mósebók 13,16) til Jósva, sum merkir
„Harrin gevur sigur“. Mong kristin halda, at Jósva var soleiðis ein mynd
av Jesusi, sum skuldi koma og føra Guds fólk til endaliga sigur í heim­
inum.
Tá ið Móses var deyður, fór Jósva saman við heri sínum yvir Jórdan­ánna
inn í Kánansland, har hann í trimum hernaðarligum umførum hertók
meginpartin av landinum og býtti tað millum ættirnar.
Skøkjan Ráhab er fyrsti persónurin, sum er nevndur við navni í lovaða
landinum. Hon hýsti njósnarunum, sum Jósva hevði sent inn í landið,
og var signað fyri tað. Ráhab er mamma Bóas í Rutarbók, sum gjørdist
lang­abbi kong Dávid. Hesi eru øll í ættartalvuni hjá Jesusi. (Sí Vinir
mín­ir og eg – kristni 2, lærarabók, s. 78)
Sangur: „Eg óttist ei“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
• Eru hetjur í Bíbliuni?
• Hvørjar?
• Hvat eyðkennir eina hetju?
Hetjur í Bíbliuni