38
Ráhab
Jósvabók 2
Jósva skuldi føra ísraelsfólk inn í landið, sum Gud hevði lovað teimum.
Jósva sendi tveir njósnarar inn í býin Jeriko at vita, hvussu tey lættast
kundu koma inn í landið og hertaka tað. Njósnararnir kendu ongan í
Jeriko og vistu ikki rættiliga, hvar teir skuldu fara. Men tá hoyrdu teir
brádliga onkran teska: „Komið við mær, eg skal krógva tykkum!“ Tað
var ein kvinna, sum æt Ráhab. Njósnararnir skundaðu sær avstað við
Ráhab. Hon krógvaði teir uppi á takinum.
Skjótt frætti kongurin í landinum, at njósnarar vóru komnir. Hann
gav strong boð um, at leitað skuldi verða inni hjá Ráhab. Men Ráhab
segði: „Teir vóru her, men teir eru farnir. Um tit skunda tykkum, so fáa
tit teir kanska aftur!“
Tá ið hermenninir vóru farnir, segði hon við njósnararnar: „Fólkið
í Jeriko ræðist tykkum, tí vit hava hoyrt, at Gud er við tykkum. Tá ið
tit fara at leypa á bý mín, tá fara tit at vinna. So aftur fyri at eg havi
hjálpt tykkum, mugu tit lova ikki gera mær ella familju míni nakað!“
Men áðrenn njósnararnir fóru, bóðu teir Ráhab binda ein reyðan tráð
í vindeygað, og søgdu: „Tí tá ið ísraelsmenn leypa á og síggja tráðin,
leggja teir ikki á hús títt.“ Tá gav Ráhab teimum reip, so teir kundu síga
seg niður eftir múrinum. Teir skundaðu sær avstað.
Prát
• Er nøkur hetja í søguni?
• Hví?
• Vit lesa: „Við trúgv slapp skøkjan Ráhab undan at umkomast saman
við hinum ólýdnu, tí at hon hevði tikið ímót njósnarunum við friði.“
Hebrearabrævið 11,31 (Her verður ikki hugsað um endan á søguni,
tí komandi tíma verður tosað um tað.)
• Hvat sigur søgan um Ráhab um trúgv?
Ráhab
Næmingarnir endurgeva søguna um Ráhab við sínum egnu orðum í
loggbókina. Teir kunnu gera myndir til tekstin.
Uppskot
Spurningar – satt/ósatt
1. Fólk í Jeriko vóru bangin fyri ísraelsmonnum . . . . . . . .S
2. Ráhab trúði, at Gud fór at geva Ísraelsmonnum landið . . . . S
3. Ráhab sá størri týdning í at vera trúføst ímóti fólki
sínum enn ímóti Gudi . . . . . . . . . . . . . . . . Ó
4. Njósnararnir játtaðu at bjarga Rábab uttan nøkur serlig krøv . Ó
5. Ráhab gjørdi júst sum njósnararnir høvdu álagt henni . . . . S