Page 42 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
40
Ráhab og trúgv hennara
9. tími
Vert at vita
vert at vita
til 8. tíma um Jósvabók og Ráhab.
Tá ið Jósva saman við fólki sínum gekk um Jerikomúrin, blástu tey í
lúðrar. Í bókini „Bíblian í orðum og myndum“ stendur, at menninir hjá
Jósva hava kanska kókað veðrahornini og bent tey niðast við, so at tey
líktust lúðri. Sovorðin lúður eitur shofar. Í jødisku sýnagognunum blása
tey enn á døgum hesar djúpu, eymkandi tónarnar ávísar halgidagar, t.d.
sáttargerðardagin (Yom kippur), tá ið jødar minnast alt tað skeiva, ið
teir hava gjørt. Sí mynd av veðrahorni á snar.fo/vita.
Sangur: „Eg óttist ei“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Videolag: „Ráhab“ á snar.fo/vita.
Prát
• Søgan um Ráhab frá seinasta tíma verður endurgivin.
• Hvussu halda tit, at søgan um Ráhab endar?
• Halda njósnararnir orð?
• Verður Ráhab bjargað?
Lærarin lesur endan av søguni fyri næmingunum við tónleiki sum
bakgrund. Sí videolag av „Ráhab“ á snar.fo/vita.
Ráhab bjargað
– Jósvabók 6
Nakrar fáar dagar seinni sá Ráhab eina stóra fjøld av ísraelsmonnum
ganga runt um býarmúrin. Hetta vóru Jósva og herur hansara. Býar­
Hetjur í Bíbliuni