41
múrurin var stongdur. Eingin jødi slapp inn og eingin kánaanitti slapp
út. Hendan støðan vardi í seks dagar, tí hvønn dag gingu ísraelsmenn
eina ferð runt um múrin.
Av og á vissaði Ráhab seg um, at tann reyði tráðurin var sjónskur, tí
skjótt fór hennara lagna at vera treytað av, at tráðurin var sæddur.
Tann sjeynda dagin gingu ísraelsmenn aftur friðarliga runt um
múrin. Hesaferð gingu teir sjey ferðir. Tá blástu sjey prestar í teir sjey
lúðrarnar av veðrahorni, og fólkið fór at rópa eftir áheitan frá Jósva. Tá
hendi tað ótrúliga. Jørðin tók at skelva. Múrurin, sum hevði vart býin
í mong ár, raplaði niður, og býurin var nú óvardur. Men ein partur av
múrinum var standandi. Tað var tann parturin, har húsið hjá Ráhab
stóð. Hon hevði yvirtalað alla sína ætt at búgva í sínum húsum.
Jósva bað nakrar hermenn finna Ráhab og familju hennara. Síðani
skuldu teir føra tey burtur og fylgja teimum út til eina av ísraelsku her
búðunum. Soleiðis var Ráhab og ætt hennara bjargað.
Ráhab og trúgv hennara
Næmingarnir lesa tað, teir skrivaðu seinasta tíma um Ráhab. Teir
endurgeva endan av søguni um Ráhab í loggbókina.
Ráhab hjálpir
Næmingarnir fáamyndina avRáhab, sumhjálpir njósnarunumat f lýggja
og skriftstaðið: „Við trúgv slapp skøkjan Ráhab undan at umkomast
saman við hinum ólýdnu, tí at hon hevði tikið ímót njósnarunum við
friði.“ (Hebrearabrævið 11,31), sí avritssíðu aftast í bókini. Teir lita
myndina og líma hana í loggbókina.
Uppskot – Telduspæl
Jeriko 2 – snar.fo/vita
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!