42
Debora
10. tími
Vert at vita
Tíðarskeiðið, Dómarabókin fevnir um, er 300 ár – frá tí ísraelsfólk koma
inn í lovaða landið, til Jósva doyr. Hetta tíðarskeið er í søgu Ísraels eitt
løgleyst tíðarskeið, sum er merkt av stríðnum ímóti grannatjóðum. Í
hesum tíðarskeiði varð Ísrael stýrt av skiftandi dómarum, sum mangan
vóru hernaðarligir leiðarar heldur enn dómarar í vanligum týdningi.
Uppgávan hjá dómaranum var at reka fíggindarnar út og skapa lóg og
landaskil.
Dómarabókin er ein lýsing av døpru tíðini, sum ísraelsfólk komu í, eftir
at tey vóru komin inn í tað lovaða landið. Tey gloyma Gud og Gud
revsar tey aftur og aftur. Dómur Guds kom til sjóndar við at fíggindar
gjørdu seg inn á ísraelsfólk. Tey róptu til Gud um hjálp, og at enda
bjargaði Gud teimum. Afturvendandi sæst, at Gud var trúfastur móti
pakt síni. Gud stígur tí sjálvur fram sum dómari og bjargari.
Dómarabókin tosar um tólv dómarar og Ábimelek, sum var kongur.
Her eru søgur um dómarar, og bardaga teirra ímóti fíggindanum.
Bókin er skipað uttan um ólýdni móti Gudi í sjey ringrásum. Í hvørjari
ringrás eru:
• fólkið gloymir Gud (failure)
• Gud letur fremmand fólk kúga ísraelsfólk (oppression)
• angur (repentance)
• bjarging (deliverance)
Dómarar í Ísrael:
Othniel vann á Kúsjan-Risjeatáim, kongin av Áram. Síðan var friður í
landinum í fjøruti ár; tá andaðist Otniel Kenazson. (3,9-11)
Hetjur í Bíbliuni