43
Ehud vann á Eglon kongi av Móab (3,11-29)
Sjamgar Ánatsson vann á Filistum (3,31 og 5-6)
Deborah profetinnan og herførarin Barak vinna á Jabin og Sisera (4-5)
Gideon vann á Midianitum (6-8)
Ábimelek, sum vanliga var taldur sum ein óndur kongur (8-9)
Tóla (10,1-2)
Jáir (10,3-5)
Jefta vann á Ammoritum (11-12,7)
Ibzan (12, 8-10)
Elon (12, 11-12)
Abdon (12, 13-15)
Samson vann á Filistum (13-16)
Debora var dómari og profetur. Profetar høvdu stóra tign. Profeturin
var ein boðberi hjá Gudi, sum onkuntíð sá, hvat fór at henda. Hann
var eitt millumlið millum menniskjuni og Gud. Í 4. Mósebók 12, 6
stendur: „Er einhvør profetur tykkara millum, tá birtist eg fyri honum í
sjónum, ella eg tali við hann í dreymum“. Gud segði, at um fólkið setti
seg upp ímóti profetunum, settu tey seg upp í móti Gudi.
Sangur: „Eg óttist ei“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Prát
Í Bíbliuni er ein bók, sum eitur Dómarabókin:
• Hvat er ein dómari?
• Hvat er uppgávan hjá einum dómara?
Debora
Dómarabókin 4
Bæði Móses og Jósva vóru nú deyðir. Sum tíðin gekk, gloymdi ísraels
fólk alt um Gud. Tey fingu sær aðrar gudar og livdu ikki eftir boðum
Guds. Tí læt Gud Jabin kong vinna á teimum. Hann var ein harður
kongur, sum kúgaði tey. Herhøvdingi hansara æt Sisera.
Har um leiðir búði ein genta, sum æt Debora. Debora visti alt um
valdið hjá Jabin og skilti ikki rættiliga, hví fólkið ikki lurtaði eftir Gudi.
Tey suffaðu og søgdu: „Gudarnir eru deyðir, tá teir ikki hjálpa okkum!
Teir hoyra ikki bønir okkara!“ Men Debora visti, at tá ið fólkið hevði
vent Gudi bakið, lurtaði hann ikki eftir teimum.
Debora hugsaði nógv um, hvussu hon kundi hjálpa teimum, tí hon
var góð við fólkið. Hon royndi at geva teimum gott mót og segði, at um
tey aftur fóru at líta á Gud og biðja til hann, fór hann at hoyra tey. Fleiri
og f leiri fólk hoyrdu um Deboru. Tey hoyrdu, hvussu djørv hon var og
vildu fegin lurta eftir tí, hon segði.