44
Av tí at Debora bæði var vís og rættvís, fekk fólkið so stórt álit á
henni, at hon gjørdist dómari í Ísrael. Hetta var eitt týdningarmikið
starv. Ísraelsfólk komu til hennara, fyri at hon skuldi døma í málum
teirra.
Prát
• Er nøkur hetja í søguni?
• Hví?
• Hvat sigur søgan um Deboru og dirvi hennara?
• Hvussu kunnu vit lýsa Deboru? (Dómari, profetur, vís, trúføst, rætt
vís, trýr á Gud, djørv, dugir at samarbeiða o.s.fr.)
Debora
Næmingarnir fáa myndina av Deboru undir Deborupálmanum og
skriftstaðið: „Hon sat undir Deborupálmanum millum Ráma og Betel
á Efraims fjøllum. Til hennara komu Ísraelsmenn við rættarmálum.“
(Dómarabókin 4,5) – sí avritssíðu aftast í bókini. Næmingarnir skriva
orðini, sum lýsa Deboru, á myndina. Teir klippa og líma avritssíðuna í
loggbókina.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!