Page 48 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
46
Gideon
12. tími
Vert at vita
vert at vita
til 10. tíma um Dómarabókina.
Ættin hjá Ábraham búði nú í Ísrael. Tey vóru vorðin f leiri, soleiðis sum
Gud hevði lovað og vórðu nú nevnd ísraelsfólk. Gud hevði givið ísraels­
fólki tey 10 boðini, sum søgdu teimum, hvussu tey skuldu liva. Tað
fyrsta boðið ljóðaði soleiðis: „Tú mást ikki hava aðrar Gudar enn meg.“
Ísraelsfólk fóru at dyrka aðrar gudar. Tey gjørdu sær gudar úr træi og
steini og bóðu til teirra. Sum revsing sendi Gud nakrar fíggindar, sum
plágaðu tey.
Í Dómarabókini 6 stendur: „Men Ísraelsmenn gjørdu tað, sum ilt var
í eygum Harrans; tá gav Harrin teir upp í hendur Midianita í sjey ár.
Og Midian fekk tílíkt vald á Ísrael, at Ísraelsmenn máttu hølast í holum
og hellum uppi í fjøllum og homrum at krógva seg í fyri Midianitum.
Hvørja ferð Ísraelsmenn høvdu sáað, fóru Midianitar, Ámalekitar og
eystur­búgvar at herja á teir. Og teir settu upp herbúðir sínar ímóti teim­
um og oyddu gróður landsins alla leiðina alt at Gaza og lótu einki vera
eftir til matna í Ísrael, hvørki seyð ella neyt ella asnar. Tí at teir komu
hagar við fenað og tjøldum fjølmangir sum ongsprettur, hvørki fekst
tal á teimum ella á kamelum teirra. Og teir hildu inn í landið til tess at
oyða tað. Tá var Ísrael illa farin av Midians atvoldum; og Ísraelsmenn
rópaðu til Harrans um hjálp. Men tá ið Ísraelsmenn rópaðu til Harrans
um hjálp móti Midian, sendi hann teimum profet, ið segði við teir: „So
sigur Harrin, Ísraels Guð: Eg førdi tykkum úr Egyptalandi og leiddi
tykk­um út úr trælahúsinum, og frelsti tykkum úr hondum Egypta og
úr hondum alra teirra, ið trongdu tykkum; eg rak teir undan tykkum
og gav tykkum land teirra. Og eg segði við tykkum: Eg eri Harrin, Guð
Hetjur í Bí bliuni