47
tykkara, óttist ikki gudar Ámorita, í hvørja landi tit búgva! Men tit
lýddu ikki rødd míni.“
Navnið Gideon merkir krígsmaður. Gideon var sonur Jóasj. Gideon var
fimti dómari Ísraels.
Dómarin Gideon er eisini nevndur í Hebrearabrævinum 11,32-34: „Og
hví skal eg tala longur? Tíðin mundi ikki rokkið til, um eg skuldi sagt
frá Gideon, Bárak, Samson, Jefta og Dávid og Sámuel og profetunum,
sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu fyri
játtanir, byrgdu munnin á leyvum, sløktu eldsmegi, komust undan
svørðseggjum, vórðu sterkir aftan á veikleika, gjørdust veldigir í stríði,
fingu fíggindaherar at víkja.“
Sangur: „Komið, takkið og lovið“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Gideon
Dómarabókin 6 – 7
Ein dagin sendi Gud ein eingil til ein mann, sum æt Gideon. „Harrin er
við tær,“ segði eingilin. „Tú skalt bjarga ísraelsfólki og reka fíggindarnar
burtur.“ „Nei, tað kann eg ikki gera. Eg eri jú tann yngsti í familjuni!“
Svaraði Gideon. „Jú, víst klárar tú tað, tí eg verði við tær!“ segði eingil
Harrans.
Um náttina segði Gud við Gideon: „Tú skalt ríva avgudaaltarið til
Báal niður, sum pápi tín hevur bygt. Á fjallatindinum skalt tú byggja eitt
altar fyri Harranum. Síðan skalt tú ofra ein oksa til Gud á altarinum.“
Gideon fór upp, og á miðjari nátt tók hann tíggju av tænarunum sínum
við sær og gjørdi, sum Gud hevði sagt. Hann var bangin fyri ætt síni
og hinum fólkunum í býnum, tí tordi hann ikki at gera tað um dagin.
Tá ið fólkið vaknaði morgunin eftir, sóu tey, hvat Gideon hevði gjørt.
Fyrst gjørdust tey í øðini og kravdu, at Gideon varð revsaður. Men pápi
Gideon vardi hann og segði: „Tað er ikki neyðugt at berjast fyri at hjálpa
gudunum. Um Báal veruliga er gudur, kann hann klára tað sjálvur.“
Prát
• Er nøkur hetja í søguni?
• Hví?
• Hvat sigur søgan um Gideon og áræði hansara?