Page 52 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
50
Gideon í bardaga
14. tími
Vert at vita
Í Dómarabókini 6,33-40 lesa vit um, tá ið Gideon savnar fólkið til
bardaga móti Midianitum: „Nú savnaðust saman allir Midianitar,
Áma­leki­tar og eysturbúgvar, fóru yvirum og settu upp herbúðir sínar
á Jizreelslættanum. Tá læt andi Harrans seg í Gideon, og hann blásti í
lúðurin; og Ábiezritar fylktu seg um hann. Síðan sendi hann ørindrekar
um allan Manasse, og eisini teir savnaðust saman at fylgja honum;
somu­leiðis sendi hann ørindrekar um Ásjer, Zebulon og Naftali, og
eisini teir fóru við ímóti fíggindanum. Tá segði Gideon við Guð: „Ætlar
tú at frelsa Ísrael við míni hond, eins og tú hevur sagt, sí, tá leggi eg
seyða­skinn út á treskivøllin: Fellur tá einans døgg á skinnið, meðan
allur vøllurin verður verandi turrur, tá veit eg, at tú vilt frelsa Ísrael
við míni hond, eins og tú hevur sagt.“ Og so varð. Tá ið hann snimma
morgun­in eftir fór upp og vant skinnið, kroysti hann døggina burtur úr
tí, fulla skál av vatni. Og Gideon segði við Harran: „Lat nú ikki vreiði
tína tendrast móti mær, tá ið eg aftur tali til tín og biði teg um loyvi
bert eina­ferð enn at royna við skinninum! Lat nú eina skinnið verða
turt, meðan allur vøllurin verður vátur av døgg.“ Og soleiðis gjørdi Guð
á teirri somu nátt: Eina skinnið var turt, meðan vøllurin var vátur av
døgg.“
Sangur: „Komið, takkið og lovið“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Gideon fer í bardaga
Dómarabókin 7
Gud hevði sagt, at Gideon skuldi reka fíggindarnar burtur. Tíðliga ein
morgunin fór Gideon av stað við 32 000 monnum. Tá segði Gud við
Gideon: „Tú hevur ov nógvar menn við tær. Gud bað Gideon siga við
Hetjur í Bíbliuni