51
hermenn sínar: „Allir tit, sum eru bangnir, kunnu sleppa heim aftur.“
Tá rýmdu 22 000 menn. Kortini helt Gud, at teir enn vóru ov nógvir
hermenn. At enda hevði Gideon heilt fáar menn eftir.
Fíggindarnir høvdu tjaldað eitt sindur burturfrá. Har vóru f leiri
túsund menn, og teir høvdu nógvar kamelar. Gud visti, at Gideon var
bangin. Hann bað Gideon sníkja seg oman til leguna hjá fíggindunum
og lurta eftir, hvat teir tosaðu um. Gideon so gjørdi. Teir f lestu lógu og
svóvu í tjaldi, men tað vóru tveir, sum tosaðu saman.
Ein teirra segði: „Eg haldi, at Gideon fer at vinna á okkum, tí Gud
hjálpir honum!“ Gideon skundaði sær nú aftur til hermenn sínar og
segði: „Vaknið! Gud vil lata okkum vinna á fíggindanum.“ Gideon gav
hermonnunum horn og tómar leirkrukkur við brennandi faklum. Teir
komu til leguna hjá fíggindanum á miðjari nátt. Gideon og allur herur
hansara blástu í hornini og knústu krukkurnar. Tað varð ein ræðuligur
gangur. Fíggindarnir gjørdust ræddir, tá ið teir hoyrdu gangin, og
f lýddu.
Prát
• Hvat er kríggj?
• Hvat skal man hava við, tá ið man fer í kríggj?
• Hvørji vápn hevði Gideon at berjast við?
• Um tit fingu møguleika at fara heim aftur, hvat høvdu tit gjørt?
• Gideon fór í kríggj við einum minniluta. Hvussu man tað kennast?
Prát
Søgan um Gideon verður, út frá næmingabókini og loggbókini, endur
givin.
Gideon í bardaga
Næmingarnir endurgeva skrivliga søguna „Gideon fer í bardaga“ við
sínum egnu orðum í loggbókina. Teir kunnu gera myndir til tekstin.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!