52
Ester
15. tími
Vert at vita
Hóast mangir jødar vendu heim aftur til móðurlandið, har Judas undir
Ezra og Nehemias hevði endurreist ríkið, vórðu f leiri jødar verandi í
persiska ríkinum eftir fallið av Bábylon.
Við Xerxes kongi, Ahasverus, á odda byrjaði ein rørsla í Persiska ríki
num, sum kundi endað við eini týning av jødafólkinum, um Ester
drotning ikki hevði forða hesum við at fara í forbøn fyri fólki sínum.
Í bókini lesa vit um Háman og roynd hansara at týna jødarnar. Men
Ester drotning stígur fram í móti honum, hóast hon sjálv kundi mist
lívið, og Haman verður avrættaður. Jødarnir hava síðan tá fagna hesum
í sokallaðu purimsveitsluni. (Sí
vert at vita
til 17. tíma um Purim.)
Sjálvt um Gud ongantíð verður nevndur í Estersbók, vitnar søgan um
trúfesti hansara ímóti fólki sínum og vilja hansara at frelsa tey.
Sangur: „Hevenu shalom alechem“ á snar.fo/vita.
Ester verður drotning
– Ester 2,7-20
Hadassa var ein vælvaksin og vøkur genta. Av tí at bæði mamma og
pápi hennara vóru deyð, búði hon hjá systkinabarni sínum Mordokai.
Hadassa var glað, tí Mordokai var so góður við seg. Hann hevði ættleitt
hana, og hevði givið henni persiska navnið Ester, sum merkir stjørna.
Mordokai arbeiddi á kongsborgini. Ein dagin, tá ið hann kom heim
úr arbeiði, segði hann Ester, at menn kongsins leitaðu eftir eini ungari
gentu, sum skuldi gerast drotning. „Kanska fer hann at velja teg til
Hetjur í Bíbliuni