Page 55 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
53
drotning, Ester“ segði Mordokai. Men Ester dugdi als ikki at síggja, at
kongurin fór at hava áhuga í sær.
Ahasverus kongur fór, júst sum Mordokai hevði sagt, at leita í øllum
lands­pørtum eftir einari drotning. Tann unga gentan, ið kongurin
dámdi best, skuldi gerast drotning. Hóast Ester ivaðist, fór hon til
kongs­høllina. Av tí, at hon var so fitt og blídlig, vóru øll góð við hana.
Eisini gjørdist Hagai, kvinnuvaktin, væl við hana og hjálpti henni. Men
Ester segði onki um, at hon var jødi. Tað hevði Mordokai álagt henni.
Mordokai gekk hvønn dag aftur og fram uttan fyri forgarðin, ið
hoyrdi til kvinnuhúsið, fyri at fáa at vita, hvussu Ester hevði tað. Tá ið
Ester hevði bíðað í 12 mánaðir, varð hon leidd inn fyri kongin. Tá ið
kongurin sá Ester, visti hann beinanvegin, at hetta var hon, sum skuldi
gerast drotn­ing. Hann setti krúnu á høvd hennara og gjørdi hana til
drotning. Síð­ani helt kongurin stóra veitslu fyri øllum høvdingum og
tænarum sínum.
Prát
• Hvør var Ester? Vit lesa í Esterarbók 2: „Hann (Mordokai) var fostur­
faðir Hádassu – tað er Ester – dóttur faðirbróður hans; tí at hon átti
hvørki faðir ella móður. Men gentan var vælvaksin og fríð í ásjón; og
tá ið faðir og móðir hennara andaðust, hevði Mordokai tikið hana
til sín í dóttur stað“ og „Ester hevði einki sagt um heimland og ætt
sína, tí at Mordokai hevði boðið henni ikki at tala um hetta.“
• Ester fekk nýtt heim, nýtt navn og nýggja familju. Broytti hetta
hana sum persón?
• Hvat er ein drotning?
• Hvat sigur søgan um Ester og trúfesti hennara?
• Hvussu kunnu vit lýsa Ester? (T.d. farðirleys og móðirleys, lýðin,
trú­føst, vøkur, ættleidd, fremmand, góð við sítt fólk, heldur orð,
vøkur, djørv, dugir at samarbeiða o.s.fr.)
Ester
Næmingarnir fáa myndina av Ester sum drotning og skriftstaðið
„Gentan var vælvaksin og fríð í ásjón; og tá ið faðir og móðir hennara
and­að­ust, hevði Mordokai tikið hana til sín í dóttur stað.“ Esterarbók
2,7b, sí avrit aftast í bókini. Teir skriva orðini, sum lýsa Ester, í logg­bók­
ina. Teir klippa síðan myndina út og líma hana í loggbókina.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!