Page 56 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
54
Ester og dirvi hennara
16. tími
Vert at vita
vert at vita
til 15. tíma um Estersbók.
Ester var faðirleys og móðirleys, men av tí at hon var gift við Xerxes
kongi fekk hon møguleika at bjarga fólki sínum og at vera eitt vitni fyri
alt fólkið í hesum ríki.
Vanligt var, at fólk ikki kundu fara inn fyri kong. Kongurin sjálvur
skuldi avgera, hvør kom inn til hansara. Um hetta tó var gjørt, kundi
kong­ur­in taka viðkomandi av døgum. Hetta var eisini galdandi fyri
Ester drotning.
Sangur: „Hevenu shalom alechem“ á snar.fo/vita.
Ester bjargar fólki sínum
– Ester kap. 3-7
Áhasverus kongur, sum var giftur við Ester drotning, setti Háman at
ráða yvir øllum tænarum sínum. Kongurin gav tey boð, at allir tæn­ar­ar­
nir skuldu kasta seg niður fyri Háman og tilbiðja hann. Men Mordokai
fall ikki á knæ fyri honum.
Tá gjørdist Háman illur. Hann hevði fingið at vita, at Mordokai var
jødi, og fekk tí hug at hevna seg. Háman segði við Áhasverus kong:
„Jød­ar­nir vilja ikki akta tíni boð, tí eiga teir at verða dripnir.“ Kongurin
segði við Háman: „Ger, sum tú vilt!“
Tá ið Mordokai fekk hetta at vita, gjørdist hann keddur og bangin.
Hann segði Ester drotning frá øllum, sum Háman ætlaði at gera, og
bað Ester fara inn fyri kongin og biðja og bøna hann um at vísa fólki
Hetjur í Bíbliuni