55
hennara náði, og segði: „Hvør veit, um tað ikki júst var fyri at gera
hetta, at tú gjørdist drotning?“
Ester segði: „Hóast tað er ímóti lógini, so skal eg fara inn fyri kong.
Biðið fyri mær!“ Bangin fór Ester inn fyri kongin. Men kongurin lurt
aði eftir Ester, og tá ið hann hoyrdi, at Háman ætlaði at týna Ester
og fólk hennara, gjørdist hann illur. Kongurin sendi avstað menn við
boðum um, at jødarnir skuldu fáa frið og finna náði.
Prát
• Er nøkur hetja í søguni?
• Hví?
• Hví varð Ester vald til drotning?
„Tá ið Mordokai hoyrdi hesi orð Esterar, beyð hann siga við hana:
„Hugsa ikki, at tú eina av øllum Júdeum sleppur undan, av tí at tú ert
í kongshøllini! Nei, um so er, at tú tigur nú, man tó hjálp og bjarging
koma Júdeum úr einumhvørjum øðrum staði; men tú og ættarfólk títt
munnu farast; men hvør veit, um tað ikki er fyri hesa somu stund, at tú
ert komin til drotningartignar?“ Esterarbók 4,12-14
• Var tað lætt hjá Ester at bjarga fólki sínum?
„Men Ester bað Hátak fara og siga við Mordokai: „Øllum tænarum
kongs og øllum fólkum í skattlondum hansara er tað kunnugt, at hvør
maður ella kona, ið óboðin fer inn fyri kong í innara forgarðin, er undir
lóg, at hann má láta lív, um ikki kongur rættir út gullsprota sín ímóti
honum til tekin um, at hann skal vera á lívi. Men eg havi nú ikki verið
boðin inn fyri kong í tríati dagar!“ Esterarbók 4,10-11
Vit lesa: „Ester beyð tá siga við Mordokai:
„
Far og savna saman allar
Júdear, sum eru í Súsan, og fastið vegna mín og etið og drekkið ikki
í tríggjar samfeldar dagar og nætur; eisini eg og fylgismoyggjar mínar
skulu fasta á sama hátt. Síðan vil eg fara inn fyri kong, tó at tað er ímóti
lógini; men eigi eg at farast, tá lat meg farast!“ Esterarbók 4,15-16
Vit lesa: „Men á triðja degi læt Ester seg í kongligt skrúð og gekk at
kongshøllini inn í innara forgarðin framman fyri kongshøllini. Kongur
sat tá í hásæti sínum í kongshøllini inn av hallardurum. Tá ið kongur sá
Ester drotning standa í forgarðinum, vann hon yndi hans; kongur rætti
út móti Esteri gullstavin, sum hann hevði í hendi; og Ester kom nærri
og nart við knappin á stavinum. Kongur segði við hana: »Hvat bagir
tær, Ester drotning, og hvat er ynski títt? Um tað so var hálvt ríkið,
skuldi tú fingið tað!“ Esterarbók 5,1-3
• Hvat var úrslitið av, at Ester var lýðin?