Page 58 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
56
„Og í øllum skattlondum og í hvørji borg, hagar sum boð og lóg kongs
komu, varð Júdeanna millum gleði og fagnaður, veitsluhald og hátíð; og
mangir av íbúgvum landsins tóku við júdeiskum átrúnaði; tí at ræðsla
fyri Júdeum var komin yvir teir.
Esterarbók 8,17
Ester bjargar fólki sínum
Næmingarnir endurgeva søguna um Ester og siga, hvørjum fólkaslagi
hon bjargaði. Teir kunnu gera tekningar til søguna.
Til komandi tíma
Næmingarnir hava ymiska frukt við í skúla. Komandi tíma skulu teir
gera pinnamat. Lærarin hevur pinnar og tilfar til masku við, sí avrit
aftast í bókini.
Lærarin tekur samanum – takk fyri í dag!