Page 59 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
57
Purim
17. tími
Vert at vita
Orðið Purim er f leirtal fyri lut, og vísir til lutakastið hjá Háman, sum
skuldi siga honum á hvørjum degi jødarnir skuldu týnast. Purim verður
hátíðarhildin í februar/mars (14. Adar í jødiska kalendaranum). Hetta
er ein gleðisveitsla til minnis um, tá ið jødarnir vóru bjargaðir undan
týning, sum vit lesa um í Esterarbók. Hetta er ein av elstu veitslunum,
sum jødar hátíðarhalda.
Purim verður eisini hátíðarhildin í dag. Hátíðarhaldið minnir ikki sørt
um okkara føstulávintsveitslu, har børn og vaksin lata seg í grýluklæðir,
men høgtíðin byrjar dagin fyri, við einari stuttari føstu (Ta´anit Ester).
Tann 14. Adar verður farið í synagoguna tvær ferðir, eina ferð á morni
og eina ferð á kvøldið. Í báðum gudstænastum verður lisið úr Estersbók,
og hvørja ferð navnið Háman verður nevnt, verður tað yvirdoyvt við
skrallum ella rópi, bríkslan og trampan.
Eftir gudstænasturnar byrjar veitslan. Fólk lata seg í grýluklæðir og
hugna sær saman. Vanligt er, at geva teimum fátøku olmussu. Eisini er
siðvenja, at geva familju og vinum gávur, sum er matur – úr mjøli ella
frukt.
„Teir dagar, tá ið Júdearnir fingu frið fyri fíggindum sínum, tann
mánað, tá ið sorg teirra broyttist í gleði og trongd teirra í fagnað, so at
hesir dagar vórðu veitslu- og fagnaðardagar, tá menn geva hvør øðrum
gávur, og fátæk fáa olmussu … og at hesir dagar skuldu minnast og
verða hildnir av øllum ættum og ættarkynum í hvørjum skattlandi og
hvørji borg, so at hesir purimsdagar ongantíð máttu verða gloymdir av
Júdeum, og minnið um teir aldri ganga eftirkomarum teirra úr geyma.“
(Estersbók 9,22 og 28).
Hetjur í Bíbliuni