59
Allahalgannadagur
18. tími
Vert at vita
Allahalgannadagur verður nógva staðni hildin sumeinminningardagur.
Hetta er ein siðvenja, ið skal minna føroyingar á tey, sum undan fóru.
Í nógvum bygdum í Føroyum verður dagurin hildin sum minningar
hald við minnisvarðarnar yvir tey sjólætnu. Minningargudstænastur
eru eisini í summum kirkjum.
Hesin minningardagur er sera gamal. Í aðru øld var siður at halda minn
ingardag fyri ymiskum pínslaváttum, men í umleið ár 350 varð í staðin
samtykt at halda minningardag fyri øll ein dag í árinum. Gregor 3. pávi
ásetti í 731, at dagurin skuldi verða hildin 1. november. Karlamagnus,
sum er kendur úr kvæðum, og sum var krýndur til keisara í heilaga
rómverska ríkinum í árinum 800, var við til at fáa allahalgannadag 1.
november. Luther tók henda dag av sum halgidag. Men hóast dagurin
hvarv sum halgidagur, var hann enn varðveittur í huganum hjá fólki.
So leingi fólk hevur búð her á landi, hevur tað verið eitt stríð og eitt
knoss til lívsins uppihald. Sjógvurin hevur verið álitið hjá føroyingum
og arbeiðsplássið hjá mongum manni. Bæði á landi og á sjógvi hevur
hetta kravt nógv av føroyingum. Sum kunnugt var mangan ótespiligt
hjá føroyskum familjum undir krígnum. Nógvir menn fórust av krígs
ávum á sjónum. Hetta hevur merkt mangt heim og manga bygd í
Føroyum. Eftir sótu ofta konur og børn, ið syrgdu fyri, at heimini so
ella so komu undan.
Nýggjársdag 1942 var minningargudstænasta hildin í Havnar kirkju til
minnis um tey sjólætnu. Í 1943 gjørdi løgtingið av, at dagurin skuldi
verða hildin miðføstusunnudag. Men í 1949 broytti tingið avgerðina,